Nýgi skúlin á Sandi tikin í nýtslu

Í morgin verður nýggi fólkaskúlin á Sandi tikin í nýtslu. Hetta verður ein stór broyting í mun til gamla skúlan, sum í heyst verður 125 ára gamal

Gamli skúlin á Sandi verður 125 ár í heyst, og tí er tíðin avgjørt komi til, at lærarar og børn fáa nýggj og tíðarhóskandi hølir at halda til í.

Tað heldur borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu.

- Nú var avgjørt neyðugt við nýggjum karmu til okkara framtíð. Til børnini hjá okkum og eisini til lærararnar, sum gera eitt ógvuliga gott arbeiði her í Sands skúla. Tey hava verið tolin – onkur vildi sagt alt ov tolin – men nú síggja vit við gleði fram ímóti degnum í morgin, tá skúlin verður tikin í nýtslu, sigur Páll á Reynatúgvu.

Sands skúli er í hvussu er til tíðir ein meiri enn einflokkaður skúli, og tað merkir, at ein lærari skal kunna undirvísa minst tveimum flokkum samstundis.

- Tað merkir tað, at næmingarnir kunnu hava sína føstu skúlastovu, og kortini verða undirvíst av sama lærara saman við einum øðrum flokki, og tí er nógvar skjótihurðar í skúlanum, sigur Páll á Reynatúgvu.

- Tað hava vit roynt at tikið hædd fyri, og vit hava roynt, saman við skúlastýrinum og lærarunum, sum hava skil fyri viðurskiftunum, at tilrættislagt skúlan so væl sum tilber. Og í mun til kostnaðin haldi eg, at vit hava fingið ótrúliga nógv fyri pengarnar, sigur Páll á Reynatúgvu.

Skúlin er ógvuliga væl útgjørdur, og eitt nú eru allar salvur samvirknar, eins og onnur útgerð er state-of-the-art.

- So er bara at vóna, at lærararnir skjótt kunnu tillaga seg frá gamla skúlanum til ein nútímans skúla, ikki minst lopinum frá grønu talvuni til hesa nýggju, og at eisini børnini taka væl ímóti hesum, sigur Páll á Reynatúgvu.

Í fólkaskúlanum á Sandi ganga í dag fimm flokkar, men ynski hjá bæði bygdarráðnum og skúlastýrinum er, at fáa sætta flokk heim til Sands úr Meginskúlanum, og tað er nýggi skúlin eisini tillagaður at kuna hýsa.

- Vit fara úr 240 fermetrum upp í 812 fermetrar og úr einum gomlum skúla inn í ein nýggja og ljósan skúla, so broytingin verður ógvuliga stór hjá bæði lærarum og næmingum, sigur Páll á Reynatúgvu.

Almenn móttøka verður í skúlanum í morgin, tá hann verður alment tikin í nýtslu.