- Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum og litføgru kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.
Soleiðis skrivar Kinna Poulsen m.a. á listaportal.com, eftir at hon hevur vitjað listaframsýnig, har listamaðurin Bárður Jákupsson sýnir fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
-Tað er gott at síggja stór nýggj verk hjá Bárði Jákupsson aftur – ikki minst, tí okkurt nýtt hómast fleiri staðni í einum í støðum ljósari og følnari litavali við opnum strukturi, sum loysir myndaflatan upp í figur og grund. Men í staðin fyri at gerast meira naturalistiskt og býtt upp í hav, land og himmal, sum mann kundi væntað, er tað eins og nær Bárður eitt nýtt abstraktiónsniveau við hesum nýggju verkunum, skrivar ummælarin á www.listaportal.com, har alt ummælið kann lesast.