Nýggur formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í gjárkvøldið. Á skránni var millum annað nevndarval.

 

Gunvør Balle, sum hevur verið forkvinna seinastu tvey árini, bar seg undan afturvali, tí hon er blivin varaborgarstjóri í Havn.

 

Nýggjur formaður í nevndini er Emil Hermansen. Hann hevur sitið í nevndini í eitt ár frammanundan.

 

Hini, sum komu í nevndina er Katrin Kallsberg, Vígdis Johannesen, Kaj Joensen og Ólavur Dalsgarð.

 

Varalimir eru Jóannes Guttesen og Tórbjørn Jacobsen.