Mehdi-bólkurin gjørdi fyri fyrstu ferð vart við seg um vikuskiftið og tað við lít. Í tí fátæka býnum Sadr uttan fyri Bagdad lógu sjey amerikanskir hermenn eftirá, og minst 22 vórðu særdir, tá limir í Mehdi tóku valdið á løgreglustøðini og fleiri øðrum bygningum í býnum.
Í býnum Najaf lupu limir í Mehdi-bólkinum á eina herstøð hjá hermonnum úr Spania og El Salvador, og har doyðu minst 24 fólk í samanbrestinum, teirra millum ein amerikanskur hermaður og ein úr El Salvador. 19 hermenn vórðu særdir.
Úr býunum Kirkuk, Nassiriya og Basra frættist eisini frá ófriði, har limir í Mehdi-bólkinum skipaðu fyri.
- Hersetingarvaldið er okkara fíggindi, og Guð fer at samsýna okkum fyri tað, vit gera, segði leiðarin í bólkinum, Moqtada al-Sadr, sunnudagin sambært tíðindastovuni Reuters.
Fyri einum ári síðani stongdi amerikanska herleiðslan eitt blað, sum tann víðgongdi sjiamuslimski leiðarin gav út. Orsøkin var sambært amerikanarunum, at blaðið eggjaði til uppreistur, men Moqtada al-Sadr hevur alla tíðina lovað, at hann fór at hevna avgerðina.
- Eg og mínir trúgvu fylgisveinar eru undir ágangi frá hersetingarvaldinum og teirra leigusveinum. Vit fara at gera okkum inn á teir allastaðni, segði al-Sadr sunnudagin.
Amerikanska herleiðslan er serliga ørkymlað av hevndarálopunum, tí Mehdi-bólkurin er sjiamuslimskur og umboðar harvið ein part av meirilutanum av fólkinum í Irak. Umleið 60 prosent av irakska fólkinum eru sjiamuslimar. Higartil hava amerikanararnir serliga møtt mótstøðu frá tí sunnimuslimska minnilutanum og útlendskum yvirgangsmonnum. Tí ørkymlar tað amerikanararnar, at partar av tí sjiamuslimska meirilutanum eisini eru farnir at gera so ógvusliga mótstøðu, skrivar Reuters.
Sunnimuslimarnir halda eisini fram við sínari mótstøðu. So seint sum sunnudagin doyðu tveir amerikanskir hermenn, tá teir vórðu álopnir í tí í sunnimuslimska býnum Falluja.
USA hevur nú mist 610 hermenn í Irak.