Tað segði Frank Jensen á tíðindafundi í morgun. Har boðaði hann frá, at hann hevur lagt frá sær sum yvirborgarstjóri í Københavns Kommune og sum næstformaður í Javnaðarflokkinum eftir fleiri mál um ágang við Frank Jensen í miðdeplinum.
Frank Jensen leggur eisini frá sær sum partur av Borgerrepræsentationen í Københavns Kommune.
Lars Weiss er 1. næstformaður í Borgerrepræsentationen. Hann er harumframt limur í Økonomiudvalget og Teknik- og Miljøudvalget.
Nú kann hann so eisini skrivað virkandi yvirborgarstjóri á sítt c., til støða er tikin um eina varandi loysn.
Í gjár var fundur á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, eftir mál um ágang frá Frank Jensen vóru komin fram.
Her var stuðul til Frank Jensen til at halda fram sum yvirborgarstjóri, sjálvt um Lars Weiss ikki áðrenn fundin vildi lova yvirborgarstjóranum stuðul.
Eftir at Frank Jensen hevur sovið upp á tað, hevur hann so gjørt av at fara frá sum borgarstjóri og lata sessin – fyribils – til Lars Weiss.