Vælkendi kritiski X Factor-dómarin, Simon Cowell, manglar at finna dómarar til amerikansku X Factor-sendingina. Paula Abdul, Nicole Scherzinger og Antonio "L.A." Reid, ið vóru dómarar í fjør, erutveitt á dyr, av tí, at tey ikki fingu nóg nógvar hyggjarar til sendingina. Nýggi dómarin, sum Simon Cowell sera gjarna vil hava, er Beyonce Knowles.
Søgur ganga í øllum førum um, at Simon Cowell vil gjalda Beyonce 500 milliónir dollarar fyri at verða dómari. Sáttmálin skal ætlandi vara í 5 ár, so tískil er talan um 100 milliónir fyri hvørt ár.
Simon Cowell vildi upprunaliga hava Mariah Carey til at vera dómara, áðrenn hann fekk áhuga fyri Beyonce.
Hann vildi hava eina stóra kvinnuliga stjørnu í dómarabólkin. Mariah Carey er ein stór stjørna, og hon er ein góður sangari. Men hon er ikki so væl umtókt í dag, sigur ein kelda við Media TakeOut.
Fyrsta amerikanska X Factor-sendingin fekk »bara« 12 milliónir hyggjarar. Simon Cowell hevur ætlanir um, at hyggjaratalið skal vera á 20 milliónum.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð.