Nýggi VW Passat kemur á marknaðin um eitt ár. Talan verður um ein bil, sum verður bygdur yvir ein nakað størri VW Golf plattform.
Á núverandi Passat er motorurin upp á longs, meðan á tí nýggja stendur motorurin upp á tvørs. Bæði tað at motorurin stendur upp á tvørs, og tað at aksilfrástøðan verður størri, ger at bilurin verður væl rúmligari, uttan tó at blíva størri uttan.
Undirvognurin verður eins og á Golfinum við McPherson fjaðraskipan framman og multilink-bakakslum. Servostýringin verður elektrohydraulisk.
Nýggi Passat líkist nógv tí størra VW Phaeton bæði uttan og innan. Hann minnir ikki sørt um Audi við kølaragittaranum, sum fer niður ímillum kúfangaran. Designið er smart og kvaliteturin verður á høgum støði.
Bensinmotorarnir verða av teimum nýggju FSI við beinleiðis bensin-innspræning, og dieselmotorarnir verða teir kendu TDI.
Nýggi Passat kemur fyrst sum sedan og hálvt ár seinni sum stationcar.










