Í summar kemur ein heilt nýggjur Volvo S80 á marknaðin. Bilurin verður frumsýndur á altjóða bilaframsýningini í Genéve síðst í februar og fyrst í mars.
S80 hevur allar tær nýggjastu og mest framkomnu trygdarskipanirnar hjá Volvo, sum t.d ein fartpilot sum automatiskt heldur frástøðu til bilin sum koyrir frammanfyri, og eisini eina heimsnýggjheit sum nevnist PCC ( Personal Car Communication) við hópin av intelligentum funktiónum, sum t.d registrerar hjartaslagið og ávarðar um ein persónur goymir seg í bilinum.
Volvo S80 kemur við tveimum nýggjum motorum, einum 3,2 litur 6 syl. rekkjumotori við 238 hk, og einum 4,4 litur V8 motori við 315 hk. Annars fæst hann eisini við 2,5 litur 5 syl. turbo bensin við 200 hk, og 2,4 litur turbodiesel við 185 hk.
S80 er ein luksusbilur í dýrara klassanum, men Volvo vænta sær nógv av bilinum, serliga á amerikanska marknaðinum.