Núverandi Volvo S40, ið hevur verið á marknaðinum síðan 1995, verður nú avloystur av einum heilt nýggjum S40. At síggja til er nýggi S40 ein eyðkendur Volvo. Tað er eisini ætlanin, at bilurin skal verða ein víðari menning av teimum Volvo, sum eru á marknaðinum. Málsetningurin hjá Volvo er sum altíð, at bilurin skal verða tann tryggasti í sínum klassa og verða líka tryggur sum teir størru Volvo. Fýra ymisk sløg av hátrýststáli verða brúkt í berandi konstruktiónini av bilinum sum í einum háteknologiskum samanspæli geva bilføraranum og teimum ferðandi maksimala trygd. Eisini í kabinuni er nógv gjørt burtur úr designi og trygdini.
Í fyrstu atløgu kemur S40 við 5 syl bensinmotorum, har T5 við 220 hk er tann størsti og einum fýra syl. turbo dieselmotori við 136 hk. T5 kann eisini leverast sum 4x4 við elektroniskt stýrdum fýrahjólstrekki.
Nýggi S40 verður gjørdur á Volvo bilverksmiðjuni í Gent í Belgien. Verksmiðjan er nýliga umbygd og nútímansgjørd til endamálið. Framleiðslan er byrjað, og fyrstu bilarnir koma einans til Svøríkis. Aðrir marknaðir fáa bilin fyrst í 2004. Ein annar nýggjur Volvo er ávegis, talan er um V50 stationcar sum kemur á marknaðin fyrra hálvár í 2004.
Nýggi S40 varð frumsýndur á bilaframsýningini í Frankfurt fyrr í hesum mánaðinum.