Nýggjur vinnari í genturóðrinum

Barnaróður gentur: Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri vann í dag genturóðurin í barnakappingini á Vestanstevnu. Hetta var fimti róðurin í hesi kappingini, og hetta var fyrsta ferðin, at Jallurin var fremstur. Ein annar bátur hjá Knørrafelagnum, Tambar, vann á Jóansøku.

Jallurin var meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Blik av Argjum, sum vann á Varmakeldu og trý sekund frammanfyri Ørnina úr Sandavági, sum endaði á triðja plássi.

FM kappingin er ógvuliga tøtt. Ørnin er á odda við 29 stigum, og Blikur er bara eitt stig aftanfyri.

 

1 Jallurin 02:34.18

2 Blikur 02:36.06

3 Ørnin 02:37.08

4 Hulda 02:38.20

5 Pílur 02:41.14

6 Royndin Fríða 02:41.20

7 Tambar 02:46.14

8 Havfrúgvin 02:49.11

 

Støðan

1 Ørnin 29

2 Blikur 28

3 Hulda 24

4 Royndin Fríða 18

5 Jallurin 17

6 Tambar 16

7 Pílur 8