Nýggjur verjuleikari til NSÍ

NSÍ hevur í dag avdúkað fyrsta nýggja leikaran til komandi kappingarár

Fyri viku síðani setti NSÍ navn á nýggja venjaran til komandi kappingarár, og nú eina viku seinni, hevur NSÍ sett navn á fyrsta nýggja leikaran til komandi kappingarár.

 

Talan er um toftamannin, Oddur Højgaard, sum seinasta kappingarár spældi við EB/Streymi. Oddur Højgaard er 29 ára gamal verjuleikari, ið umframt EB/Streym, eisini hevur spælt við barndómsfelagnum, B68, og danska felagnum, B1908.

 

NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at Oddur Højgaard er ætlaður sum avloysari hjá Jens Joensen, ið nú gevst at spæla fótbólt.