Nýggjur variantur endaliga staðfestur

- Eftir øllum at døma smittar nýggi virus-varianturin verri enn hin áður kendi, sigur kommunuyvirlæknin í Tróndheimi.

 

Ein nýggjur variantur - ella eitt nýtt frábrigdi - av korona-virus er staðfest í Tróndheimi í Noregi. Hetta váttar kommunuyvirlæknin í býnum, Tove Røsstad, sum herfyri segði alment, at eitt nýtt og meira smittandi korona-virus møguliga er í umferð.

Seinasta fríggjadag vórðu royndir av virusinum sendar av St. Olavs sjúkrahúsi til greiningar hjá norska Fólkaheilsustovninum. Tove Røsstad sigur við tv2.no, at greiningarnar hjá Fólkaheilsustovninum vísa, at korona-virusið, sum er í umferð í býnum, er ein øðrvísi variantur.

- Vit fingu svar frá Fólkaheilsustovninum í gjár, og her verður sagt, at varianturin, sum nú er staðfestur, ikki er skrásettur áður, sigur kommunuyvirlæknin.

Hetta er aðru ferð, at staðfest verður eitt úrbregði av korona-virus í Noregi, og fyrru ferð var talan um pensjónistar, sum vórðu smittaðir á einari bussferð í Suðurnoregi í september.

Fólkaheilsustovnurin kallaði kommununa og kanningarstovuna á St. Olavs sjúkrahúsi til ein skype-fund sunnudagin um úrbregðið av korona-virusinum, sum er staðfest.

- Ílegutilfar hjá trimum fólkum, sum vóru fongd við korona-virus, er nú kannað. Hesi trý høvdu sama virus-variant, og í útbrotinum í Tróndheimi mugu vit rokna við, at øll, sum eru rakt, hava sama úrbregði, sigur kommunuyvirlæknin.

Tove Røsstad sigur, at korona-virusið í Tróndheimi er nakað øðrvísi enn virusið, sum áður er kent, og kommunuyvirlæknin hevur áður sagt, at nýggi virus-varianturin eftir øllum at døma smittar verri enn áður kenda virusið.