Nýggjur vøllur í eygsjón

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu gjørdu í vikuni semju við týska felagið Polytan um graslíkisvølllin í Klaksvík. Nú skal býráðið taka støðu í málinum

 

Mikudagin komu umboð fyri Klaksvíkar kommunu aftur av fundi í Keypmannahavn, har kommunan hevði samráðst við veitaran av nýggja graslíkisvøllinum í Klaksvík.

? Vit hava gjørt eina semju við týska felagið, men nú verður tað upp til býráðið at taka støðu til. Málið verður lagt fyri mentanarnevndina og býráðið, og taka tey undir við at gera semju við Polytan, gera vit tað, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Saman við honum vóru eisini Torleif Sigurðsson, varaborgarstjóri, Jógvan Páll Lassen, sakførari, og umboð fyri teknisku umsitingina hjá kommununi á fundinum.


Vánaligt dren

Vøllurin í Klaksvík, sum hevur tvey ár á baki, hevur ikki virka eftir ætlan, tí drenið hevur verið alt ov vánaligt, og hetta hevur skapt fleiri meira ella minni komiskar fótbóltsdystir í og millum hyljar á vøllinum.

Klaksvíkar kommuna hevur roynt at fingið Polytan at taka vøllin aftur, tí hann var ikki nóg góður, og samráðingarnar millum partarnar hava verið á skránni í meiri enn eitt ár nú.

Kanningar hava eisini verið gjørdar av dreninum í Klaksvík, og tær staðfestu, at tað er út av lagi vánaligt fleiri staðni á vøllinum.


Vøllurin missur virði

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at kommunan ynskir eina loysn á málinum sum skjótast.

? Tíðin gongur, og vøllurin missur virði við árunum, tí mugu vit gera eina avtalu við Polytan sum skjótast, sigur hann.

Steinbjørn Jacobsen vil ikki upplýsa, hvat semjan snýr seg um, tí fyrst skal býráðið kunnast, men hann sigur, at kommunan kemur at gjalda eina fitta upphædd fyri at fáa nýggjan vøll.

Týska felagið er eftir øllum at døma gingið við til at lata endurgjald fyri vøllin, sum ikki riggaði eftir ætlan.


Vónandi í summar

Klaksvíkingar mugu brúka núverandi vøll í hvussu so er eitt hálvt ár afturat.

? Vit vóna at kunna skifta vøllin í summarsteðginum, men treytin fyri tí er sjálvandi, at býráðið tekur undir við tí, og at alt kann fáast upp á pláss áðrenn, sigur Steinbjørn Jacobsen.

Nýggi vøllurin, sum skal leggjast í Djúpumýri, verður av nýggjum slagi, har bæði sandur og gummikúlur verða í graslíkinum. Hetta sigst geva frálíkar vøllir, sum fleiri stórfeløg í Europa eru farin at brúka sum venjingarvøllir.

Harafturat er eisini møguleiki fyri at fáa vøllin góðkendan til altjóða dystir ? millum annað Europa Cup dystir.

Býarmerkið hjá Klaksvíkar kommunu, sum prýðir núverandi vøllin, verður ikki í nýggja vøllinum, tí tað kann verða ein forðan fyri altjóða góðkenning.