Nýggjur trupulleiki hjá løgmanni

Nú er ikki bert ósemjan á Tvøroyri ein trupulleiki hjá Aksel V. Johannesen - nú er tað eisini stríðið ímillum samgonguflokkarnar í býráðnum í Havn

Aksel V. Johannesen, løgmaður og oddafiskurin í sitandi amgongu í Løgtinginum, hevur ikki havt tað serliga stuttligt nú kommunuval hevur verið.

 

Á Tvøroyri skrædnaði Javnaðaflokkurin og stillaði í veruleikanum upp á tveimum listum, tí Bjarni Hammer og Kristin Michelsen báðir vildu hava maktina í býnum.

 

Kristin Michelsen gjørdi egnan lista og endaði við at gerast borgarstjóri aftur - nú bara valdur á øðrum lista enn Javnaðarlistanum. Bjarni Hammer og Kristin Mivhelsen eru báðir partar av landsstýrissamgonguni, sum Aksel Johannesen er leiðari fyri.

 

Hann er eisini formaður í Javnaðaflokkinum og skal taka støðu til um tað skal fáa avleiðingar fyri Kristin Michelsen, at hann gjørdi egnan lista á Tvøroyri og sostastt gjørdi, at Javnaðarflokkurin misti takið á háborgini á Tvøroyri. Higartil hevur formaðurin í Javnaðaflokkinum ikki sagt, um hetta fer at fáa avleiðingar.

 

Trupulleikarnir í Havn stungu seg upp í kvøld. Øll hildu, at Javnaðarflokkurin sat trygt við róðrið í Havn, men tað vísti seg, at Tjóðveldi og Framsókn heldur gjørdu eina samgongu við Fólkaflokkin enn samstarvspartnaran í landspolitikki, Javnaðarflokkin.

 

Hinvegin siga umboðini fyri teir báðar flokkarnar, at um tað var so avgerandi at fáa samonguflokkarnar at virka saman í býráðnum, so átti Javnaðarflokkurin og Heðin Mortensen at havt boðið Framsókn og Tjóðveldi  til samráðingar, tá ið liðugt var at telja upp týskvøldið.