Brot
Miðskeiðis í hesi vikuni tók vaktar-og hjálparskipið Tjaldrið trolbátin Skálafoss, sum Dánjal Jacobsen í Vestmanna eigur. Hetta hendi, meðan trolbáturin var til fiskiskap á Skeivabanka, har teir royndu eftir havtasku.
Fólk av Tjaldrinum vóru umborð á trolbátinum og staðfestu, at meskarnir í trolposanum vóru ov smáir. Markið er 145 mm., men nakrir meskar vórðu sum skilst máldir til at vera 141 og 142 mm.
Nýggjur posi
Reiðarin á Skálafossi, Dánjal Jacobsen, sigur, at trolposin var rættiliga nýggjur, bert nakrar fáar vikur gamal, tá eftirlitsfólk komu umborð at máta meskar.
- Eg havi onga orsøk at halda, at posin ikki var í lagi, tá hann kom frá Vónini. Men tað er nú soleiðis, at meskarnir í posanum hjá teimum smáu trolbátunum minka eitt lítið sindur, tá trolið er í sjónum. Hinvegin plaga vit at siga, at meskarnir í trolposanum hjá eitt nú partrolarunum veksa. Hetta hevur nakað við vektina at gera, sigur hann.
Tá vit hittu Dánjal Jacobsen í telefonini í morgun, var hann júst afturkomin av ísfiskatúri við Vesturbúgvanum.
- Eg havi ikki fingið fylgt málinum so væl, nú eg havi verið burtur, men eg havi skilt, at tað restaði ógvuliga lítið í, at meskarnir vóru í lagi.
Reiðarin sigur seg hava skilt, at ein ávísur háttur verður brúktur til at máta meskarnar í trolposa.
- Eg havi skilt, at mátaðir vera tríggjar ferðir 20 meskar, og síðan verður miðalmátið roknað. Júst, hvussu úrslitið var við meskunum í trolposanum hjá Skálafossi, eri eg ikki heilt greiður yvir, men eg havi skilt, at tað lá beint niðanfyri 145 mm.
Ikki tilætlað
Reiðarin leggur dent á, at brotið, sum skiparin á Skálafossi framdi, á ongan hátt var tilætlað.
- Trolbáturin fiskar havtasku, og tá kann tað vera líka mikið, um meskarnir eru 145 mm. ella meiri, sigur hann.
Dánjal Jacobsen heldur, at tað sjálvandi er torført hjá eftirlitinum og ákæruvaldinum at seta eitt mark fyri, hvussu stór toleransan kann vera, men hann ásannar, at tað er súrt at fáa eina bót uppá 40.000 krónur fyri meskar í einum nýggjum trolposa.
- Tað greiðasta er kanska, at er miðalmátið fyri meskarnar niðanfyri 145 mm., er trolposin ikki lógligur. So, hetta mugu vit ivaleyst bara taka á okkum og hava soleiðis góðtikið bótina, vit hava fingið, sigur reiðarin, Dánjal Jacobsen.
Túrurin hjá Skálafossi var um at vera liðugur, tá trolbáturin varð tikin á Skeivabanka.










