Nýggjur bátur
Ein nýggjur 36 fót stórur útróðrarbátur av slagnum, Gáski 1100d, kemur til Skopunar í summar.
Eigari er Hans Marius Joensen, og tað er Jens Mortan Rasmussen á Skála, sum umboðar hesar bátarnar í Føroyum.
Gáski 1100d er av somu stødd, sum báturin hjá Peturi í Dali á Argjum. Skrokkurin og stýrhúsið eru eins, men afturparturin á bátinum hjá Hans Mariusi er øðrvísi. Báturin, sum kemur til Skopunar, er í útsjónd rættiliga líkur bátinum, Ægir, sum Torleif Samuelsen í Havn, eigur. Nýggi báturin er tó ein fót styttri og ein fót smalari. Ferðin verður einar 25-30 míl, tá ið hann er tómur.
Væl útgjørdur
Báturin hjá Hans Mariusi hevur alla nútímans útgerð, sum bátar av hesi støddini hava í dag. Hann hevur eisini nýskapandi møguleikar, sum eitt nú lætta um, tá ið línan verður drigin. Báturin hevur síðuskrúvu, sum hjálpir til at flyta bátin, tá ið ferðin er niðanfyri 3 míl. Fer línan undir bátin undir draging, flytir báturin seg av línuni eftir síðuni. Tí er ikki neyðugt sum vanligt er at sigla línuna undan aftur.
Tað er P/F Radiobúðin, sum hevur gjørt hesa skipanina, og tað er eisini Radiobúðin, sum hevur leverað alla ta nautisku útgerðina.
Nautiska útgerðin er av merkinum, Furuno. Skipanin kann hava fleiri skíggjar, har tilber at skifta myndina á øllum skíggjunum ? alt eftir, um tað er ekkolodd, radari, plottari ella øll trý tólini í senn, sum verða nýtt. Sjálvstýrarin arbeiðir eisini saman við plottaranum. Skipanin er hon, at tú kanst velja eitt punkt, eitt nú eina boyðu. Báturin siglir aftur á boyðuna, siglir rundan um hana, og síðan gevur skipanin ? við alarmi - boð um, at báturin er hjá boyðuni.
Turrur við rulluna
Nýggi útróðrarbáturin, sum kemur til Skopunar, hevur ein skjøldur við línuspælið, sum fer út, tá ið línuspælið verður lagt út av síðuni. Hetta ger, at maðurin, sum stendur við rulluna, kann standa turrur og draga. Hetta er ivaleyst eitt ynski hjá nógvum útróðrarmonnum.