Útróður
Miðvági:Enn eitt nýtt far kemur í flotan fyrsta dagin. Tað er útróðrarbáturin »Presttangi«, sum skal koma í flotan í staðin fyri Havbúgvan, sum verður lagdur.
Tað er reiðaríið Vestline í Miðvági, sum hevur fingið hendan nýggja bátin. Hann er merktur 24 tons og hevur 400 HK maskinu. Báturin er smíðaður úr stáli í 1995, greiðir Tummar Jacob á Løgmansbø, reiðari, frá. Hann er útgjørdur við egningarmaskinu umframt teimum hentleikum á brúnni, sum í dag krevjast. Báturin er yvirdekkaður í bakborð. Fimm mans fara at rógva út við Presttanga, sum fer í drift, so skjótt skráseting og tílíkt er komið upp á pláss.
Presttangi kemur í flotan fyri 50 tonsaran Havbúgvan, sum Vestline keypti av Eiði í vár. Havbúgvin veður nú lagdur, og Presttangi fer at brúka fiskiloyvið hjá honum til útróður undir Føroyum.
Tó verður bara partur av fiskiloyvinum hjá Havbúgvanum flutt yvir á Presttaga, tí West Freezer hjá sama reiðaríði brúkar ein part av tí. Nevniliga íslandsloyvið.
Kostnaðurin fyri Presttanga er einar fimm milliónir, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Tá er prísurin fyri Havbúgvan ikki roknaður við. Hann var umleið tvær milliónir.
Tó metir reiðarin ikki, at tað ber til at siga, at Presttangi stendur teimum í sjey milliónum, tí partur av fiskiloyvinum hjá Havbúgvanum fór jú til West Freezer, vísir hann á.
Hvat nú verður gjørt við Havbúgvan, veit Tummas Jacob á Lømansbø ikki, men roynt verður at selja hann. Hann ásannar tó, at tað verður helst ringt uttan fiskiloyvi.
Í ørðum lagi verður roynt at selja útgerðina úr Havbúgvanum. Eitt nú snellurnar, sum eru umborð.










