Byggivinna
Kambsdali:Plássið er ov lítið í timburhandlinum á Kambsdali. Tí hevur leiðslan í Havnar Timburhandli, sum eigur handilin á Kambsdali, gjørt av at byggja nýgjan bygning til timburhandilin.
Havnar Timburhandil hevur havt deild á Kambsdali síðan 1994, sigur Heini Fossaa, stjóri í Havnar Timburhandli. Handilin hevur hildið til í einum gomlum snikkaraverkstaði. Men har er ov óarbeiðsligt til at reka timburhandil, sigur stjórin. Tað er ov trongt og ov lágt, sigur hann.
Heini Fossaa letur at, at tað hevur bara gingið uppeftir, síðan latið varð upp á Kambsdali, og hann metir avgjørt tørv vera á eini deild í økinum. Virksemið er avgjørt til tað, heldur hann.
Fuglafjarðar Kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri Kambsdal, og har er millum annað lagt øki av til ídnaðarendamál. Timburhandilin hevur hesi árini ligið uttan fyri tað økið. Men nú, bygt verður av nýggjum, verður bygt inni á ídnaðarøkinum, soleiðis at tað fer at passa inn í ætlanina hjá kommununi, sigur Heini Fossaa. Fuglafjarðar Kommuna hevur keypt bygningin, har timburhandilin heldur til í løtuni.
Nýggi bygningurin, sum Havnar Timburhandil fer at byggja á Kambsdali, verður 1.600 fermetrar til víddar, sigur stjórin. Hann verður bygdur bæði til byggibúðina, sum selur amboð og annað, sum horyir byggivinnuni til, eins og sjálvandi eisini stór goysmluhøll verður uppií. Bygningurin skal hýsa allari goymslu undir taki, sigur Heini Fossaa.
Hann veit enn ikki neyvt at siga, hvussu nógv byggingin fer at kosta. Higartil er bara grivið út, og gjørt verður nú klárt at planera grundstykki, sigur hann.
Detail projektering er ikki gjørd, og heldur ikki er arbeiðið boðið út enn. Tað fyriliggur bara ein fyribils tekning, sigur Heini Fossaa, stjóri í Havnar Timburhandli.
Umframt høvuðssætið á Hálsi i Havn og deildina á Kambsdali, hevur Havnar Timburhgandil eisini eina deild heima á Sandi.