Nýggjur telefonhandil letur handil í Klaksvík

Í dag letur nýggjur "Hey" handil upp á Stangavegi 53 í Klaksvík, har Nema heldur til.

- Hetta er enn eitt stig í at samantvinna fyritøkurnar í samtakinum, soleiðis at vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt útboð av vørum og tænastum innan fjarskifti, KT og KT-vørum til bæði vinnu og privatar brúkarar kring alt landið, sigur Júst í Túni Vang, stjóri á Hey og Nema.

Rói B. Poulsen, sølustjóri á Hey, sigur:

- Vit arbeiða allatíðina fyri at kunna bjóða okkara kundum nýggjar og betur tænastur. Vit fegnast tí um at kunna lata handil upp í Klaksvík.