Nýggjur Teledepil

Tað mesta av sambandinun, Føroya Tele hevur við sínar kundar, verður nú flutt oman í Miðbýin. Leygardagin letur nýggjur kundamiðdepil upp við navninum Teledepilin

DEPIL

Føroya Tele ætlar nú av álvara at brynja seg út. Teir hava í longri tíð fyrireika at gera ein tænastu miðdepil í Miðbýnum í Havn. Í hølunum, har Hon og Hann og Thomas Dam áður hava húsast verður ístaðin ein miðdepil hjá Føroya, kallaður Teledepilin.
Richard Mortensen, marknaðarleiðari hjá Føroya Tele, sigur, at teir við hesum stiginum vilja betra munandi um tænastuna.
?Við hesum vilja vit gera leiðina hjá kundanum meira beinleiðis, soleiðis at sleppast kann undan millumliðum, og alt verður savnað á einum stað. Kundar venda sær til okkum umvegis telefon og við at hyggja framvið hjá okkum. Nú vilaj vit savna alt á einum stað, men tað ber sjálvandi framvegis til at ringja, sigur Richard Mortensen.
Í nýggja deplinum fara at starvast 28 fólk á 600 m2, og hetta eru øll fólk, ið hava beinleiðis samband við kundar, og hesi fara at kunna svara teimum spurningum, ið kundarnir koma við.
?Vit royna at vera tætt upp at fólkinum, tí verður depilin lagdur mitt í miðbýnum, sigur Richard Mortensen.
Í nýggju hølunum verður eisini Telebúðin flutt inn, soleiðis at alt verður savnað á einum stað.
Orsøkirnar til, at hetta stigið verður tikið eru fleiri. Talan er um eina týðandi íløgu fyri Føroya Tele, men teir eru vísir í, at hetta fer at geva avkast seinni.
?Vit hava gjørt fleiri kundakanningar, har vit hava fingið nakrar útmeldingar frá kundunum, sum gera, at vilja betra tænastuna. Eisini ávirkar kappingin sjálvandi, sigur Richard Mortensen.

Noel og Anja
Til at seta sín dám á, at Føroya Tele nú letur hendan nýggja depilin upp, so verður skipað fyri ymiskum spennandi leygardagin. Umframt at latið verður eitt sindur av vátum og turrum og spennandi, so hava teir eisini fingið hendur á teimum báðum Noel og Anja, sum hava luttikið í sendirøðini Baren á TV3.
Tey bæði fara at skriva autografar og skeinkja sodavatn til tey, ið hava hug at hyggja framvið.
Enn er ikki alt liðugt, men leygardagin letur fyrsti parturin av nýggja deplinum, Telebúðin, upp. Seinni í mánaðinum verður alt væntandi liðugt, og tá letur restin eisini upp.