KAPPRÓÐUR
Skála er gomul kappróðrarbygd. Í seksti árunum vann 8-mannafarið Sølmundur við manning av Skála skipasmiðju nógvar róðrar. So var tað, at skálamenn fingu sær 10-mannafar, og Skálabáturin hevur mangan gjørt um seg. Tølini siga, at hann hevur verið FM vinnari í 1992, 1993 og 1994.
Frá 1964 og fram til 1972 varð tað í einum róðri eftir Ólavsøku kappast um FM heitið. Sølmundur vann í 1964, og Skálabáturin vann í 1969, 1970, 1971 og í 1972.
Seinastu árini hevur verið mest sum øskukalt í kappróðrinum á Skála. Áhugin fyri fótbólti hevur verið ógvuliga stórur, nú tað hevur gingið so væl hjá besta liðnum. Nú gongst ikki so væl við fótbóltinum, og nú tykist áhugin fyri kappróðri aftur at økjast.
Hetta sæst eitt nú aftur í, at felagið hevur latið nýtt 5-mannafar smíðað. Sámal Hansen hevur smíðað, og báturin verður flotaður fyri fyrstu ferð í morgin. Nýggi Svanur fer at taka lut við tveimum barnamanningum í morgin. Manningarnar hava vant við Strípuni, sum strandingar eiga.
Svanur hevur áður vunnið nógvar sigrar. Kvinnurnar vunnu FM í 1975, og dreingirnir hava verið meistarar í 1979, 1980, 1981 og 1982 og aftur í 1984.