Nýggjur superbólkur í REX

Leygarkvøldið spælir nýggji bólkurin Shiraz á fyrsta sinni, og at døma eftir manning og spæliskrá er nærliggjandi at vænta, at sjálvur Klubbabygningurin fer upp at svinga. Abba, Bonney M, Stevie Wonder eru nøkur av nøvnunum, ið lána løg til Shiraz.

 Umframt hetta eru rokkklasikarar og kærleiksballadur, meistarliga sungnar av frálíku Sólvu Ford. Botnin leggja Brandur Jacobsen á trummum og Arnold Ludvíg á bassi. Fyrrverandi gittarleikarin hjá Brandi Enni og All That Rain, Benjamin Petersen spælir gittar, og Ólavur Olsen spælir ljómborð og blæsir í trompet. Talan er sostatt um ein sannan super bólk.
 
nud