Subaru sýna nú fram nýggja Impreza, sum fyrst kemur á amerikanska marknaðin.
Bilurin varð sýndur fram á New York International Auto Show. Í USA verður Impreza seldur sum sedan og sum combi coupé við 5 hurðum. Amerikanska útgávan av Impreza er nokk ikki nógv annarleiðis enn tann sum kemur til Evropa.
Nýggi Impreza er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform, sum skal nýtast til fleiri av komandi modellum hjá Subaru. Bilurin er umleið 20 cm longri enn forgangarin. Við longri aksilfrástøðu er eisini betri pláss í kabinuni og meira beinpláss við baksetrini.
Subaru Impreza hevur framkomnu skipanina EyeSight, ið heldur frástøðu til bilin framman fyri við automatiskari neyðbremsuskipan, sum automatiskt bremsar fyri fótgangarum ella øðrum bilum eins og vognbana assistenti, ið sigur frá um bilførarin er við at skifta koyribreyt uttan at blinka.
Subaru Impreza er ein 4x4. Sum standard hevur hann 2,0-litra boxermotor við 156 hk og CVT-girkassa. Subaru Impreza kemur til Evropa í 2017.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/