Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur tikið avgerð um at seta Kristian Davidsen sum stjóra fyri Strandfaraskipum Landsins frá 1. januar 2003 at rokna.
Kristian Davidsen er 36 ára gamal og er útbúgvin elektro sivilverkfrøðingur og hevur tikið HD í organisatión.
Kristian Davidsen starvast sum leiðari á deild hjá Ericsson, sum veitir kunda tænastur í Norðanlondum og í Baltisku londunum.