Nevndirnar í Sosialinum og Miðlavarpinum hava gjørt av at seta Regin I. Jakobsen úr Havn í starv sum fíggjarstjóra hjá Sosialinum og Miðlavarpinum.
Soleiðis kemur leiðslan í feløgunum at fevna um tveir stjórar.
Jan Müller, sum hevur verið stjóri á Sosialinum seinastu mongu árini, og sum nú verður forstjóri, sigur, at hetta er náttúrligur liður í menningini av fyritøkuni.
- Frá at hava verið eitt floksblað við avmarkaðum møguleikum hevur Sosialurin seinnu árini ment seg til vera fremsta miðlafyritøkan í landinum. Í fjør vár settu vit Miðlavarpið á stovn, og frá 1. oktober hevur Miðlavarpið rikið Rás2.
- Tí er talan í dag um tvær hampuliga stórar fyritøku, har vit til saman hava fleiri enn 40 fólk í starvi. Hetta setir stór krøv til leiðsluna, og vit hava í eina tíð arbeitt við at styrkja fyrisitingarliga partin. Hinvegin hava vit valt at bíða, til vit fingu fatur á rætta persóninum, og tað meta vit okkum nú hava fingið, sigur Jan Müller.
Regin I. Jakobsen er 42 ára gamal. Hann er útbúgvin cand.merc.aud, og hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fíggjarstýring. Hann hevur starvast hjá KPMG (nú SPEKT) sum grannskoðari, verið fíggjarleiðari á ALS og starvast sum deildarleiðari á búskapardeildini hjá Føroya Banka. Seinastu árini hevur hann verið umsitingarstjóri hjá Kaupthing.
Á Sosialinum kemur hann virka sum stjóri saman við Jan Müller, og á Miðlavarpinum verður hann stjóri saman við Jonhard Hammer.










