Nýggjur stjóri á Kollafjord Pelagic

Dánjal Jákup Andreasen sleppur nú at royna, um hann saman við sínum fólki kann megna at skapa lønandi vinnu á Kollafjord Pelagic

Stjóraskifti

Stjórin á Kollafjord Pelagic eitur ikki longur Sofus Poulsen, sum í fleiri ár var stjóri á Rækjuvirkinum á Oyri, men sum í seinastuni hevur verið stjóri á pelagiska virkinum í Kollafirði.
Maðurin, sum er komin í hansara stað, er Dánjal Jákup Andreasen, ið hevur drúgar royndir sum fiskavirkisstjóri, eitt nú á Fiskavirkinum í Vestmanna.
Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á fyrrverandi stjóranum, Sofusi Poulsen, men hann var ikki at hitta. Vit royndu eisini at fáa fatur á Dánjal Jákupi, men hann var á fundi í Havn.
Nevndarformaðurin í Kollafjord Pelagic, Sverri Hansen, hevur seinastu dagarnar verið í Føroyum ? og fer ætlandi avstað aftur til Íslands í dag, men heldur honum fingu vit fatur á, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Longu byrjaður

Sum skilst, byrjaði Dánjal Jákup Andreasen í nýggja starvinum hósdagin, samstundis sum Sofus Poulsen gavst í hesi vikuni.
Tað hevur gingið striltið hjá Kollafjord Pelagic, síðan virkið varð bygt í KollafirðI fyri nøkrum árum síðan.
Ymiskar umbyggingar eru framdar á virkinum, og nýggj útgerð er sett upp, eins og felagið er vorðið endurskipað. Men líkt er til, at tað er torført at fáa lønandi virksemi innan víðu veggirnar í stóra bygninginum á havnalagnum í Kollafirði.
Sosialurin hevur skilt, at ongar broytingar eru farnar fram í nevndini aftanfyri Kollafjord Pelagic.