Nýggjur stjóri í Húsalánsgrunninum

Andras Róin tekur nú við sum nýggjur stjóri í Húsalánsgrunninum - Andras Róin hevur í verki víst, at hann megnar at flyta og lyfta ein tungan almennan stovn og gera hann til ein nútímans stovn á høgum stigi, sigur stýrið fyri Húsalánsgrunnin.

Í hesum sambandi kann nevnast, at hann var stjóri í Føroya Tele í fleiri ár og eitt skifti var hann eisini stjóri í Smyril Line.

Andras Róin er cand.scient.pol og hevur harafturat tikið víðari útbúgvingar og skeið.

Tá ið stýrið avgjørdi at seta hann í starv, varð dentur lagdur á, at hann hevur drúgvar leiðslu- og fyrisitingarliga royndir og eina viðkomandi útbúgving.

- Sum er, lænir Húsalánsgrunnuin bara orkulán, sum eru ætlað at minka orkutørvin hjá sethúsa- ella íbúðaeigarum. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel Johannesen, arbeiðir við eini ætlan at víðka lánsmøguleikarnar hjá grunninum.

Andras Róin tekur við starvinum 1. august.

Tað vóru annars heilar 29 umsóknir til starvið.

Ein setanarnevnd við tveimum uttanhýsisfólkum og einum umboði fyri starvsfólkini gjørdi eina innstilling, sum stýrið fylgdi einmælt.