Handil
Um hálvan juli í ár broyttist handilsmynstrið á Strondum. Tá yvirtók Eivind Jacobsen handilin hjá Kára Hansen á Høvdanum og handilin hjá Poul Godthardi, Stranda Sentrum. Eivind avgjørdi at lata Stranda Sentrum aftur og halda fram við handlinum á Høvdanum. Poul Godthard gjørdist dagligur leiðari á Høvdanum.
Eivind Jacobsen sigur, at neyvu tølini yvir gongdina eru ikki tøk enn, men hann heldur, at tað hevur gingið hampiligt, síðan hann yvirtók handlarnar.
- Tað er tungt at reka matvøruhandlar í kapping við teir stóru, men eg havi ongar ætlanir um at gevast á hendur.
Ætlar at byggja
Eivind sigur, at hann hevur ætlanir um at byggja upp ein stóran handil á Strondum, sum hevur eitt nógv størri úrval enn bara matvørur.
- Kommunan arbeiðir við eini býarætlan, og tá ið hendan fyriliggur, fæst ein ábending um, hvar ein slíkur handil kann byggjast, sigur Eivind.
Enn vil hann ikki siga, hvat úrvalið í nýggja handlinum verður, men hann leggur dent á, at matvøruparturin verður ikki sleptur, men mentur uppaftur meira.
- Eg hugsi um eitt minni SMS við einum eigara, sigur hann og leggur aftrat, at ætlanin er, at alt skal vera ein handil og ikki fleiri, tí tað er dýrari í arbeiðslønum.
- At byggja ein handilsbygning kostar einki aftur ímóti at hava fleiri starvsfólk; tí hugsi eg í fyrsta lagi um ein stóran handil við stórum og fjølbroyttum vøruúrvali, sigur Eivind.
Eini 8-10 fólk eru í dag knýtt at handlinum á Høvdanum. Hetta gevur umleið 4 fulltíðarstørv.
Nær nýggi handilin á Strondum verður reistur, dugir Eivind Jacobsen ikki at siga í løtuni, men ætlanin er ikki, at tað skulu ganga fleiri ár, áðrenn nýggi handilin gerst veruleiki.
Á eystara armi á Skálafjørðinum er eisini ein annar rímiliga stórur matvøruhandil. Tað er Joma á Skála. Síðan er Kovin á Skála, sum er ein minni handil enn handilin á Høvdanum og Joma.










