Nýggjur SSP sáttmáli undirskrivaður

Tíðindaskriv

Á samkomu í KSF - húsinum í dag hava Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Mentamálaráði, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið løgreglan skrivað undir nýggjan sáttmála um SSP - samstarv. Sáttmálin skal tryggja at fyribyrgjandi arbeiði ímóti kriminaliteti ímillum børn og ung heldur áfram.

SSP er samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi. Høvuðsendamálið hjá SSP er at virka fyribyrgjandi og at fremja atgerðir, sum minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung. SSP - samstarvið hevur sum mál at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava fyribyrgjandi og mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum

Avvarðandi myndugleikar sum undirskrivaðu sáttmálan í dag vóru, Kommunusamskipan Føroya, Mentamálaráðið, Løgreglan, Heilsmálaráðið, og Almannamálaráðið og Føroya Kommunufelag. Somu myndugleikar sum eisini manna ein leiðslubólk, ið skal tryggja SSP samstarvinum nøktandi karmar framyvir.

At skipa samstarvið er settur ein ráðgevi/samskipari, sum heldur til í KSF húsinum undir leiðslu av Barnaverndarstovu Føroya.

SSP- arbeiðið annars er býtt upp í 8 SSP-økisbólkar kring landið. Tey, sum taka lut í arbeiðinum, eru barnaverndartænastur, lærarar, heilsufrøðingar, løgreglufólk, starvsfólk í ungdóms-húsum og NSR-tænastum/ Sernámsdeplinum. Uppgávan hjá økisbólkinum er at samskipa og fremja tað fyribyrgjandi arbeiðið og seta nágreinilig tiltøk í verk.

Fyrsta átakið hjá SSP samstarvinum í 2011 verður “Ung og rús”, ið er eitt átak hvørt aðalmál er at útseta byrjunaraldurin hjá ungum í mun til nýtslu av rúsdrekka. Í hesum sambandi hevur SSP framleidd føroyskt undirvísingartilfar, ið skal nýtast í elstu flokkunum fólkaskúlanum og á miðnáms skúlunum. Undirvísingar tilfarið er ætlað, sum partur av størri tiltaki, ið eisini fevnir um foreldra fundur um rúsdrekka og orðing av einum rúsdrekka politikki í fólka- og miðnámsskúlum.

Nærri kunning um SSP samstarvið kann fáast við at fara inn á heimsíðuna hjá Barnaverndarstovu Føroya HYPERLINK "http://www.bvs.fo" www.bvs.fo