Teir sokallaðu sparkivøllirnir eru blivnir sera væl umtóktir kring landið, og tað verða bara fleiri og fleiri av hesum vøllum gjørdir. Í Vágum hava verið tríggir slíkir sparkivøllir. Ein hevur verið í Sandavági, ein í Miðvági og ein í Bø, og nú fer fjórði vøllurin í Vágunum skjótt at vera liðugur.
Sørvágs kommuna hevur nevniliga arbeitt við at gera ein slíkan vøll, og nú verður ikki leingi, til arbeiði er liðugt. Vøllurin er komin so mikið væl áleiðis, at børnini í Sørvági saktans kunnu spæla á vøllinum.
Vøllurin liggur ovarlaga í Sørvági beint vestanfyri nýggja barnagarðin, so børnini í barnagarðinum fáa eisini nyttu av vøllinum, tá hann einaferð verður liðugur. Sparkivøllurin liggur harafturat tætt við nýggju útstykkingina í Sørvági.