Nýggjur sløkkiliðsbilur á Sandi

Hósdagin kom ein nýggjur sløkkiliðsbilur til Sandoynna, sum Sands Kommuna sum hevur keypt frá sløkkiliðnum í Odense.

Hesin bilurin er frá 1992 og hevur verið partur av tilbúgvingini hjá Odense sløkkiliði.
- Bilurin sær gott út, og er sera væl útgjørdur, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi.
Hetta er samstundis fyrsti sløkkiliðsbilurin sum nakrantíð er keyptur til  Sandoynna.
Bilurin er liður í ætlanini hjá Sands Kommunu í eini víðari útbygging av sløkkiliðinum. Bilurin kemur tí at verða partur av tilbúgvingini hjá Sands Sløkkiliðið.
Sands Kommuna hevur gjørt avtalu við  Finnleif Fagradal um fyribils innivist til bilin.
Kommunan arbeiðir annars í løtuni við eini ætlan um at fáa nýggj hølir til sløkkiliðið, soleiðis at umstøðurnar hjá tilbúgvingini verða so góðar sum møguligt.
Bilurin verður sýndur fram fyri almenninginum á middegi í morgin. Í hesum sambandi hevur Sands Kommuna eina lítla móttøku á kommunuskrivstovuni.