Nýggjur sløkkiliðsbilur avtalaður 

Farna vikuskiftið vóru umboð fyri kommununa á ferð í Týsklandi, har hugt var eftir nýggjum sløkkiliðsbili. Sum kunnugt hava ynski leingi verið um, at nýggjur bilur kemur í staðin fyri gamla sløkkiliðsbilin, og sum lýkur øll ásett krøv.

Vitjað varð á verksmiðjuni Thoma nærhendis Stuttgart, har til ber at fáa sløkkiliðsbilar av ymsum merkjum, ið verða serliga lagaðir til tørvin hjá einstaka kundanum.

Sáttmáli var gjørdur um ein nýggjan bil av merkinum Renault, sum er útgjørdur við øllum neyðugum amboðum. Vatntangin tekur 2500 litrar, ið verður mett sum hóskiligt til okkara tørv. Tá hugsað verður um Norðskálatunnilin, er vatngoymsla sett upp har, sum lýkur serligu trygdarkrøvini har.

Avtalað er, at bilurin verður handaður kommununi um 8 mánaðir.

Við á ferðini í Týsklandi var eisini nýgggi brunaumsjónarmiðurin í Sunda Kommunu, Mikkjal Hansen, sum júst er byrjaður í starvinum.