Ítróttur
Í formansfrágreiðingini til aðalfunddin leygarkvøldið vísti ÍSF-forsetin millum annað á týdningin av, at ítrótturin hevur góðar fíggjarligar karmar at virka í.
- Nú stórur dentur verður lagdur á fólkaheilsu, er alneyðugt, at ítrótturin við sínum stóra heilsuliga týdningi hevur góðar og tryggar fíggjarligar karmar at virka í. Tað kundi verið ynskiligt við eini hægri játtan á fíggjarlógini, nú útlit eru fyri, at stuðulin frá Ítróttavedding fer at minka, tí minni verður spælt, segði Heðin Mortensen, forseti í ÍSF.
Meðan hann fegnaðist um skipanina við fríferðum til ítróttafólk og ávísar batar í skattaviðurskiftunum hjá ítróttaleiðarum, verða hesir batar tó í stóran mun skerdir av torskildum reglum.
Ítrótturin hevði seinasta ár avbjóðingar bæði á fjølmiðlaøkinum, har ósemja var um tulkingina av avtaluni við Kringvarpið, og í samband við Ítróttadómstólin og reglurnar fyri hesum virksemi.
Dopingeftirlitið hjá Ítróttasambandi Føroya helt fram við sínum virksemi, og tær 12 royndirnar, ið vóru tiknar í 2006 vóru allar negativar. Ítróttasamband Føroya tók lut í tveimum visjónsbólkum hjá Landsstýrinum, og er eisini við í eini verkætlan við eini ítróttabreyt á einum miðnámsskúla, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.
Víðari stendur, at eisini á altjóða pallinum hevur Ítróttasamband Føroya verið virkið seinasta árið. Umframt árliga norðurlendska ítróttafundin varð eisini luttikið í aðalfundum hjá Evropeisku Olympisku Nevndini, Altjóða Oyggjaleikanevndini og European Non Governmental Sports Organisation. Hetta er ein evropeiskur felagsskapur fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir.
Í heyst fer Føroyar at vera vertur fyri árligu ráðstevnuni hjá hesum felagsskapinum.
Arbeitt verður við ætlanum um at fyriskipa Oyggjaleikir í Føroyum aftur í framtíðini.
Nevndarval var eisini á skránni. Varaforsetin, Petur Elias Petersen, varð afturvaldur uttan mótvalevni.
Til skrivarastarvið var striðsval. Atkvøðast skuldi millum skrivaran seinastu tvey árini, John Kjær, og fyrrverandi forkvinnuna í Svimjisambandinum, Katrin Joensen. Tá avtornaði vann Katrin Joensen atkvøðugreiðsluna 40-22. Hon tekur tí við sum skrivari í starvsnevndini hjá Ítróttasambandi Føroya.