Nýggjur skúli í Runavík

Nútímans skúli er tikin í nýtslu í Runavík. Talan er um ein skúla, við øllum hentleikum. Lærararnir hava munandi betri umstøður, stovur eru til praktisku lærugreinirnar, samstundis sum stórt bókasavn er gjørt. Fyri at seta strikuna uppi yvir ú’num er eisini matarhøll gjørd á skúlanum

Leygardagin varð nýggi skúlin við Løkin vígdur. Talan er um ein nýmótans skúla við øllum hentleikum. Sjálvt ein matarhøll er bygd, har pláss er fyri umleið 130 fólkum. Sum vera man, eru fólkini kring skúlan fegin.

- Onkur sigur at vakrir tankar trívast í vøkrum umhvørvi, og tað skuldi tað í hvussu so er verið hjá okkum. Vit hava fingið ein skúla, vit eru ótrúliga glað fyri, og umstøðurnar hjá øllum eru vorðnar nógv betri, sigur Durita Joensen, virkandi skúlastjóri í Runavík.


Ein sentralisering

Seinastu nógvu árini hevur skúlaverkið í Runavík verið spjatt yvir nógvar skúlar. Við hesum skúlanum verður ein sentralisering gjørd, soleiðis, at bæði skúlin í Søldarfirði og tann í Rituvík eru niðurlagdir.

- Vit eru fegin um, at vit ikki longur skulu flyta ímillum so nógvar skúlar. Tað fer at gera arbeiðið hjá okkum lættari, og samstarvið millum lærarar og flokkar verður heilt víst betri, nú vit hava fleiri undir somu lon, greiðir Durita Joensen frá.

Í nýggja skúlanum við Løkin ganga umleið 320 næmingar í fjórða til og við tíggjunda flokki. Skúlin er ein tvísporaður skúli.

Fyrsti, annar og triði flokkur halda framhaldandi til á Glyvrum.


Nógv hølir

Í mun til eldru skúlarnar eru nógv nýggj hølir, ið ikki hava verið fyrr. Matstovan er bara toppurin, tí eisini eru hølir gjørd til náttúru og tøkni, alis- og evnafrøði, lívfrøði, námsfrøðiligur depil, rúm til skúlasjúkrasystir, húsavørð og NSR-tænastuna. Eisini hava lærararnir fingið nógv betri møguleika at fyrireika seg til undirvísing á skúlanum, tí skrivstovupláss eru gjørd í lærararúminum og í námsfrøðiliga deplinum.

Umframt alt hetta, hevur skúlin eisini fingið nógvar farteldur og internetsamband í øllum skúlanum, samstundis sum skúlin hevur fingið elektroniskar talvur, ið fólk aðrastaðni hava góðar royndir av.


Fríðka uttanfyri

Hóast økið kring skúlan enn ikki er liðugt, so væntar Durita Joensen, at hetta verður eitt gott øki til fólkini á skúlanum.

- Peningur er settur av, og teir fara í gongd so skjótt sum veðrið batnar. Tað er eitt økið vit kunnu fáa stóra nyttu av, tá tað verður endaliga liðugt, greiðir Durita Joensen frá.


Mentanarhús

Í nýggja skúlanum við Løkin verður eisini ein stór aula tikin í nýtslu, áðrenn alt ov long tíð er gingin. Ætlanin er at nýta hesa til mentunarhús hjá Runavíkini.

Runavíkar kommuna hevur eisini sett pening av til at keypa list til skúlan. Hetta gleðir virkandi skúlastjórin seg eisini til.