»Snar« er heitið á nýggjum portali, har brúkarar fáa lætta atgongd til alskyns undirvísingartilfar í digitalum líki
Snar, www.snar.fo, er ein opin undirvísingarportalur, sum hevur til endamáls at gera tað lættari hjá lærarum, næmingum, foreldrum og øðrum at finna fram tilfar, tænastur og tíðindi, sum hava við skúla og undirvísing at gera.
Nýggi portalurin er ætlaður at tæna næmingum, lærararum, foreldrum og annars øllum, sum onkursvegna eru knýtt at føroyska skúla- og undirvísingarverkinum.
Ætlanin er at lærarar og onnur áhugað skulu verða við til at fylla nýggja portalin við dygdargóðari vitan, sum skal vera tøk fyri øll.
Tað eru Mentamálaráðið, Føroya kommunufelag og Kommunusamskipan Landsins, ið eiga Snar.
Føroya Skúlabókagrunnur stendur fyri dagliga rakstrinum av nýggja undirvísingarportalinum.










