Nýggjur skúlabygningur í Fuglafirði

Skúlabygningurin, sum Fuglafjarðar kommuna hevur latið byggja niðanfyri verandi skúla, er nú so gott sum liðugur. Í niðaru hæddini eru trý høvuðsrúm, og í ovaru hæddini eru fýra. Kostnaðurin av byggingini er umleið 14,5 miljónir krónur, og tað er Fuglafjarðar kommuna, sum hevur goldið alla byggingina

Skúlabygging

Í morgin, fríggjadagin 27. august klokkan 17, verður nýggi skúlabygningurin í Fuglafirði alment latin lærarum og næmingum.
Tað verður býráðsformaðurin í Fuglafirði, Sigurd Simonsen, sum fer at lata skúlastjóranum í Fuglafirði, Súna í Hjøllum, lyklarnar til nýggja bygningin. Við hátíðarløtuna á skúlanum, sum verður millum klokkan 16 og 18 hendan dagin, eru eisini fjølmiðlarnir bodnir at vera við. Gentukór fer at syngja, og hornatónleikur verður at hoyra.
Leif Petersen, byggifrøðingur, sum starvast á teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu, hevur teknað skúlan, og tað er tekniska deildin sum hevur havt um hendi alla projektering og eftirlitið við arbeiðinum.
Á samkomuni fer Leif at greiða frá, hvussu arbeiði at byggja nýggja skúlabygningin hevur gingið, og hann fer eisini at greiða frá, hvør hevur gjørt tey ymisku arbeiðini, nú komið er undir land.
Eftir hátíðarløtuna verður borðreitt við døgurða á Muntra í Fuglafirði til teirra, sum hava verið við í byggingini, býráðspolitikarum og lærarum, ið starvast við skúlan.

Fegin skúlastjóri

Súni í Hjøllum, skúlastjóri við Fuglafjarðar skúla, sigur, at nýggi skúlabygningurin er bygdur beint niðanfyri verandi skúla, nevniliga har skýlið áður stóð.
- Tá ið tú kemur inn í skúlagarðin, er gamli parturin av skúlanum á ovaru síðu og fyri framman og nýggi bygningurin á niðaru síðu.
Skúlastjórin fegnast um, at tiltrongda byggingin nú er komin undir land.
- Jú, tað verður ein fegin skúlastjóri, sum fríggjadagin fer at taka ímóti lyklunum til skúlan - vegna lærararnar og skúlabørnini, sum ganga við skúlan, sigur hann.
Súni hevur verið skúlastjóri við Fuglafjarðar skúla síðan 1989, men hann byrjaði longu at undirvísa á skúlanum í 1979, tá ið hann júst var liðugur við sína læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla.
Sostatt hevur hann nú verið lærari í 25 ár og skúlastjóri í 15 ár.
- Fríggjadagurin verður ein stórur dagur hjá okkum, tí nú fáa lærarar og næmingar tær umstøður, vit leingi hava bíðað eftir.

700 fermetrar

Súni sigur, at nýggi skúlabygningurin er stívliga 700 fermetrar tilsamans. Hann er bygdur í tveimum hæddum. Niðara hæddin er úr betong, og hin ovara er úr timbri.
- Í kjallarahæddini eru tríggjar høvuðsstovur. Ein stova til motorlæru, sum eisini kann brúkast til jarnsmíð. Ein er til handverk og list, og seinasta stovan er til træsmíð.
Skúlastjórin vísir á, at øll kjallarahæddin soleiðis kann sigast at vera ein stórur verkstaður.
Í niðaru hæddini eru eisini wc?ir og rúm til útsúgving.
- Í ovaru hæddini eru fýra høvuðsstovur; har er bókasavn, stova til lívfrøði, alis-og evnafrøði og síðan er ein fyrilestrarsalur, har næmingarnir sita í ymiskum hæddum, sigur skúlastjórin, Súni í Hjøllum, at enda.
Við Fuglafjarða skúla ganga 360 skúlanæmingar úr 1. flokki og upp í 10. flokk.
Børn í Leirvík og Gøtu, sum fara úr 7. flokki, fara til Fuglafjarðar at ganga á framhaldsskúla.

Byrjaði í 2000

Skúlabyggingin í Fugafirði byrjaði seint á heysti í ár 2000.
Kristian Joensen í Fuglafirði hevði útgrevsturin, Jan Mohr í Fuglafirði stoypiarbeiði, og Svend Olsen í Gøtu hevur innilokað bygningin. Jan Mohr hevði eisini um hendi at gera bygningin lidnan innan. El-arbeiði hevur El-teknik í Leirvík gjørt, og Demich hevur gjørt rørarbeiði. Jóhan Larsen í Fuglafirði hevur gjørt snikkaraarbeiði, gólvarbeiði gjørdi Gólvbúni í Kvívík, og Hans Mohr í Fuglafirði gjørdi málaraarbeiði.
Nú byggingin er liðug, kostar nýggi skúlabygningurin í Fuglafirði einar 14,5 miljónir krónur. Enn er ymiskt eftir at gera rundan um bygningin, men hetta arbeiði verður nú gjørt.
Tað er Fuglafjarðar kommuna, sum hevur goldið alla byggingina, ið er framd í stigum. Alt arbeiði uttan útgrevsturin er útboðið útboðið so hvørt.