Nýggjur sjónvarpshandil

Nú um dagarnar læt ein nýggjur føroyskur sjónvarpshandil upp á netinum. Tað eru Símun Pauli Hansen, ið býr í Havn, og Svein W. Rasmussen, sum er búsitandi í Keypmannahavn, ið hava tikið stig til sjonvarp.fo. Talan er ikki um eina vanliga sølubúð, men um ein nethandil, har til ber at keypa sjónvørp á netinum og lesa um vøruna á heimasíðuni hjá handlinum. Sjonvarp.fo selur serliga flatskermar, og Símun Pauli Hansen og Svein W. Rasmussen siga, at hetta er ein roynd at lækka prísin á flatskermum í Føroyum.