Búi Dam er millum sjónleikararnar, sum hava sett nýggjan sjónleikarabólk á stovn. Bólkurin kallar seg DetFeröscheCompagnie. Nýggi sjónleikarabólkurin er farin undir fyrstu verkætlanina. DetFeröscheCompagnie hevur leitað fram gamlar føroyskar søgur og sagnir úr bókum, og fólkini, sum mynda bólkin, hava eisini prátað við heimildarfólk við Gjógv og Funningi. Úrslitið verður ein svakur sirkusleikur, sum bólkurin málber seg í tíðindaskrivi, har Dandadrongurin, Jóannes hin Vísi, ættargransking, falskir pengaseðlar, Kingo og mannaagn spæla ein stóran leiklut.
?Indberetninger fran en Rejse i Færø? verður heitið á fyrstu verkætlanini. Leikurin byrjar í næstu viku.
Umframt Búa Dam eru Kristina Sørensen Ougaard, Sámal Blak, Jens L. Thomsen og Kjartan Hansen í bólkinum. Aftrat sær hava tey Árna Baldvinsson, ljósmakara, Kjartan Jespersen, ljóðmann og Gunnvá Zachariasen úr bólkinum Tvazz.