Tórshavnar Býráð hevur fingið ein nýggjan slamsúgvara. Bilurin er ein Scania P124 GB 8x2*6, tað við siga at hann hevur fýra akslar ( 8 punkt til vegin), trekkjur á 2 hjólum og vendur við 6 hjólum (3 akslum). Bilurin er uppbygdur hjá J.Hvidtved A/S í Silkeborg. Motorurin er 6 syl. 420 hk við turbo og intercoolara. Hesin motorurin er tann fyrsti í hesi støddini (420 hk) við nýggju HPI innspræningarskipanini, sum er gjørd í samstarvi við Cummins í USA. Hendan skipan er ikki so sárbar sum nógvar av nýggju innspræningarskipanunum, har umframt gevur hon 5% størri úrtøku . Girkassin er bæði automatiskur og manuellur. Bilurin er serútgjørdur til at tøma t.d. spilloljutangar, vegristir og brunnar. Tangin tekur umleið 13.000 litrar. Bilurin hoyrir til Brennistøðina á Hjalla og kostar umleið hálvatriðju millión.