Nýggjur sangur hjá Teiti

Teitur Lassen, sum er farin undir at gera eina nýggja fløgu, hevur lagt enn eina smaksroynd frá fløguni inn á heimasíðu sína. Fjórða fløgan hjá Teiti, ?Laughter in an Empty Room?, kemur væntandi út í februar 2008. Hann fer í hesum mánaði til Gotlands at spæla fløguna inn, men longu nú eru nøkur av løgunum við at vera klár.

Á heimasíðuni hjá Teiti, teitur.com, kann man hoyra eitt av løgunum. Hetta lagið kallast ?The Day She Fell In Love? og tað fer at liggja á heimasíðuni í einum avmarkaðum tíðarskeiði.