Nýggjur sangari til Showmenn

Ein nýggjur variantur av karaoke-kapping verður á Rex fríggjakvøldið, tá nýggjur sangari skal finnast til Showmenn

býarlív

Tað er nú ikki soleiðis, at Jens Marni, Kim ella James ætla sær at melda seg úr Showmonnunum, men heldur er talan um eitt øðrvísi karaoke-tiltak, sum Rex hevur sett á skránna nú fríggjakvøldið.
Kvøldið er nevnliga skipað soleiðis, at Showmenn eru navnið, sum spæla til dansin, men hetta kvøldið fáa áhoyrararnir so eisini høvi at átaka sær ein meira aktivan leiklut. Við barrina er ein listi við sangum, sum orkestrið hevur á skránni, og so kunnu áhoyrarnir tekna seg til at syngja onkran av hesum.
So hvør veit. Kanska onkur nýggjur songfuglur eisini traðkar fram fyri almenninginum hetta kvøldið. Og um ikki, so verður tað í øllum førum so, at smílini fyri eina løtu gerast enn størri, enn tey plaga at vera!