Nýggjur samskipari hjá Kyndli

Í heyst kundi Kyndil staðfesta, at felagið hevði styrkt um umsitingina, tí Svein Rógvi Nielsen varð settur í starv sum samskipari. Eftir bara hálvan annan mánað í starvinum, segði Svein Rógvi seg tó úr hesum, men nú kann grøna havnarfelagið so aftur staðfesta, at samskipari er settur. Hesin er samstarvsfelagin hjá Svein Rógva á kvinnulandsliðnum, Flemming Raben. Flemming flutti í 1999 til Føroya við familjuni, og fyrstu árini virkaði hann í Kyndli. Hann hevur eisini vant Neistan í nøkur ár, men í vár fór hann tó av landinum í arbeiðsørindum. Nú er hann tó komin aftur her á klettarnar, og fyribils hevur hann tikið við starvinum sum samskipari. Í fyrstu atløgu er starvssetanin galdandi hetta kappingarárið.