Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at leggja KT-Depilin, Føroya Skúlabókagrunn og Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð saman. Í fíggjarlógini fyri 2010 vóru hesir tríggir stovnarnir fíggjarliga lagdir saman í eitt rakstrarstað.
Týsdagin komandi bjóða stovnarnir til framløgu á Hoyvíksvegi 72, har nýggi samleikin verður avdúkaður.
Samstundis, sum avdúkingin fer fram, verður ein framsýning latin upp við øllum tí nýggjasta undirvísingartilfarinum, eitt nú nýggjum útgávum, sum verða avdúkaðar og útgávur, sum verða klárar til næsta skúlaár.
Henda dagin verður eisini lagt fram ?Veiða vind?, sum er tónleikaverk eftir Kára Bæk, søgu eftir Rachel Helmsdal og tekningum hjá Janusi á Húsagarði.
Umframt Bókadeild Føroya Lærarafelags, verður forlagið Sprotin eisini við í framsýningini.
Stovnarnir, sum bjóða til framløguna, nú nýggjur samleiki verður avdúkaður, eru Føroya Skúlabókagrunnur, KT-depilin og Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð.