Nýggjur salur við nýggjum møguleikum

Seinnapartin leygardagin kunnu samkomulimirnir í Ebenezer taka tann nýggja salin í nýtslu eftir stóra umbygging hetta seinasta árið.
Alt arbeiðið er gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Tað vanta bert fáir dagar í til eitt árs dagin, síðani farið varð undir ta stóra takið at nútíðargera tann stóra møtisalin í hesum samkomuhúsinum miðskeiðis í høvuðsstaðnum.
Nú er arbeiðið umsíðir komið so langt, at salurin aftur kann nýtast til tað hann er ætlaður til: Ein savningarstaður hjá hesi samkomuni í Havn.
Seinnapartin leygardagin verður tí almenn móttøka í Ebenezer, har greitt verður frá arbeiðinum, eins og fólk fáa høvið at hyggja seg um á staðnum.
Meðan umbyggingin hevur staðið uppá hava fleiri av tiltøkunum verið í tí minna salinum niðriundir, meðan onnur tiltøk hava verið hildin í samkomuhúsinum Hebron á Argjum.
 
10 ársverk
Liðin eru nú meiri enn 40 ár síðani salurin varð tikin í nýtslu. Tí var greitt, at her varð neyðugt við ábøtum og umvælingum.
Menn fór til verka ein novemberdag fyri ári síðani, og hava teir verið sera ídnir í hesum arbeiðinum. Í roynd og veru hevur verið arbeitt her allar dagar í viku, uttan mikudag og sunnudag.
Júst hvussu nógvir sjálvbodnir arbeiðstímar eru brúktir, verður ikki beinleiðis sagt nakað um. Men mett verður at í minsta lagi 10 ársverk liggja eftir í arbeiðstíð í hesum nýggja salinum.
Tað eru kortini ikki bert menninir sum hava stríðst við at fáa alt frá hondini. Nógvar kvinnur hava eisini brúkt nógva tíð við ymiskum í sambandi við arbeiðið.
Nú er so endiliga komið á mál, og leygardagin kl. 16 byrjar so almenna móttøkan í nýggja salinum. Her verður ein tala, eins og greitt fer at verða frá arbeiðinum, eins og sangkórið í Ebenezer og Dupultkvartettin fara at syngja.
Eftir hetta verður ein drekkamuður at fáa, eins og fólk fáa høvið at hyggja seg um í samkomubygninginum.
Arbeiðið við umbyggingini hevur havt eina ávísa deadline at ganga eftir. Komandi viku verður nevniliga árliga samfelagsstevnan hildin júst á hesum staði.