Nýggjur sáttmáli undirskrivaður

Neyðugt verður kortini ikki hjá nýggju Norrønu at sigla undir fremmanda flaggi

SEMJA

Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag komu týsdagin ásamt um nýggjan 1 ára sáttmála.
Semingstovnurin kallaði partarnar saman týsmorgunin og týsdagin, og tað eydnaðist at fáa partarnar at semjast.
Talan er um ein 1 ára sáttmála galdandi frá 1. mars 2003 til 1. mars 2004.
Sáttmálin ber við sær, at talið av frídøgum verður økt frá 28 til 30. Hetta merkir, at fyri hvørja tretivu dagar umborð, so fær ein tretivu dagar frí.
Hetta svarar til sáttmálarnar við hini manningarfeløgini, sum gjørdu 2 ára sáttmála galdandi frá 1. mars 2002. Broytingin svarar til eina hækking uppá 3,45%, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.
Partarnir samdust eisini um at seta arbeiðstíðini upp frá 10 til 11 tímar um samdøgrið, og lønin verður hækka tilsvarandi tímatalinum.
Skipara- og Navigatørfelagið vildi hava arbeiðstíðina upp til 12 tímar, men hetta vildi Reiðarafelagið ikki ganga við til.
Nú nýggja Norrøna skal inn í flotan var lønartalvan víðka, so hon eisini umfatar skip við hesari stødd. Hetta merkir, at tann best lønti eftir sáttmálanum er skiparin umborð á Norrønu.
Sáttmálin umfatar á leið tíggju skip og eini 300 fólk, metir Árni Joensen, formaður fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip.
Reiðararnir hava í fjølmiðlunu tosað um møguleikan at fáa skipini hjá sær undir fremmant flagg, men hetta verður eftir øllum at døma ikki neyðugt.

Nøgdur
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at hann er væl nøgdu við nýggja sáttmálan.
?Vit høvdu ynskt at fingið meira, men vit eru nøgdir við hetta, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann heldur, at útfrá semjuni var verkfallið mestsum óneyðugt, tí teir høvdu sagt ja til hesa semjuna beinanvegin, um so var.
?Vit burdu verið slopnir undan verkfallinum, men hetta var tað, sum skuldi til fyri at fáa reiðararnar at skilja, at vit meintu tað í álvara, sigur Ellintur Abrahamsen.

Órealistiskt
Meðan Ellintur Abrahamsen heldur, at sloppið kundi verið undan verkfallinum, so situr Àrni Joensen, formaður fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip, ikki við somu kenslu.
?Krøvini hjá teimum vóru heilt órealistisk at byrja, so eg dugi illa at síggja, hvussu vit kundu verið slopnir undan verkfallinum, sigur Árni Joensen.
Og formaðurin fyri reiðararnar er heldur ikki heilt nøgdur framvegis.
?Eg meti framvegis, at hetta er eitt sindur langt úti, men vit verða noyddir at liva við hesum, sigur Árni Joensen.