Nýggjur sáttmáli til pedagogarnar

Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya hava skrivað undir nýggjan sáttmála

Foreldur, sum hava børn í ansingarskipanum, kunnu nú anda lættan. Sunnukvøldið skrivaðu Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommuna Arbeiðsgevarafelag Føroya undir nýggjan sáttmála, sum hevur gildi frá 1. oktober 2003 fram til 1. oktober 2005.
Karmurin er umleið 9 prosent, og lønin hjá pedagogunum hækkar 6,15 prosent, samstundis sum eftirlønin hjá hjálparfólkunum hækkar 2 prosent.
Eisini eru ymsar broytingar gjørdar í lønarstiganum.
- Í sáttmálaskeiðnum fara partarnir m.a. at samráðast um arbeiðstíðarreglur, soleiðis at tær kunnu verða partur av sáttmálanum, boðað Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya frá í tíðindaskrivi.
Ymsar smærri broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum, og ein avtala er eisini gjørd um serstakar frídagar.