Nýggjur sáttmáli fyri maskinmeistarar

Á middegi í dag varð semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið.

 

Semja er nú fingin í lag millum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðru megin og Maskinmeistarafelagið hinu megin, og semjan varð undirskrivað um middagsleitið í dag.

- Talan er um sáttmála fyri maskinmeistarar í privatari tænastu á landi við sáttmálaskeiði frá 1. september 2020 til 1. juni 2022.

Á heimasíðuni hjá Maskinmeistarafelagnum verður sagt, at lønarhækkingin er á sama støði, sum galdandi er fyri arbeiðsmarknaðin annars.

Haraftrat eru onkrar tillagingar og dagføringar gjørdar í nýggja sáttmálanum, sum kann lesast um heimasíðuna www.mf.fo