Varðin hevur fingið nýggjan ritstjóra.
Poul Andreasen, sum hevur verið ritstjóri á Varðanum síðan 1987, hevur sagt seg frá og nú hevur nevnd felagsins sett Agnar Artúvertin sum ritstjóra.
Tað sigur nevndin í Varðanum í morgun.
Agnar hevur BA-prógv í filosofi og bókmentum frá Cambridge universiteti og hevur drúgvar royndir sum rithøvundur, týðari og útgevari. Hann hevur verið við til at geva út Outsider Magazin.
Agnar er føddur 1979 í Havn. Gav út sína fyrstu bók, sum var eitt savn við úrvaldum verkum, í 2004.
Síðani hevur hann givið út 21 bøkur afturat, av teimum eru 17 týðingar.
Fyrsta yrkingasavn hansara var Jahve kemur aftur. Onnur egna bók hansara var hitt absurda søgusavnið Revapassarin, sum varð sagt at vera djúpt merkiligt og genialt, sigur nevndin.
Triðja egna bók hansara var tann stutta skaldsøgan Sporvognurin.
Agnar hevur fingið ymiskt við í trý írsk tíðarrit, eitt indiskt, eitt makedonskt, eitt kinesiskt og fleiri føroysk, donsk og amerikonsk.
Upp í týðingar hansara kunnu teljast 1001 nátt, Blake, Pusjkin, Poe, Kafka, Lewis Carroll, Maupassant, Aleksandr Blok, Einar Már Guðmundsson, Johan Harstad, Einar Andreas Lund, Olga Markelova, Kim Simonsen, Eiríkur Örn
Norðdahl og fleiri onnur.