Nýggjur Renault Mégane á Paris Motorshow í heyst

Tá Paris Motorshow letur upp í heyst, verður ein heilt nýggjur Renault Mégane sýndur fram. Talan er um ein bil í Golf- klassanum, ið verður bygdur yvir ein platform, sum Renault og Nissan hava gjørt í felag. Mégane líkist teimum størru Renault Avantime og Vel Matis

Renault Mégane verður ein annarleiðis og smartur bilur, ið skal kappast við bilar sum t.d.VW Golf, Peugeot 307, Toyota Corolla og Honda Civic. Í fyrstu atløgu verður hann gjørdur í útgávum við 3 og 5 hurðum. Bilurin verður bygdur yvir ein felags Renault / Nissan plattform, har koyrieginleikar og komfortur verða á høgum støði. Nógvir motorar verða at velja ímillum. Bensinmotorar frá 98 til 200 hk og dieselmotorar frá 82 til 120 hk.