Nýggjur Renault Clio komandi summar

Samstarvið millum Renault og Nissan kemur at merkja nýggja Renault Clio, ið verður bygdur yvir sama plattform sum Nissan Micra og kemur á marknaðin komandi summar

Ein av mest seldu bilum í Evropa, Renault Clio, verður skjótt avloystur av einum heilt nýggjum Clio, ið kemur á marknaðin komandi summar.

Bilurin verður gjørdur í samstarvi við Nissan við sama plattformi sum Nissan Micra.

Bensinmotorarnir verða í støddum frá 60 til 170 hk og tveir dieselmotorar við ávikavist 64 og 82 hk.

Í 2006 kemur Clio Sport við 3,0 litur V6 motori og 226hk, og í 2007 væntast ein MPV-útgava av Clio.